Tuesday, April 15, 2014

Ungdómsráðið smoyggir ermarnar upp








Fyrsta stigið móti eini kommunu, ið veruliga lurtar eftir ungdóminum er tikið, og eg eri sera spentur at fara í holt  við arbeiði at framtíðartryggja kommununa. 

Tór Marni Weihe, ráðslimur í Tórshavnar Ungdómsráð

Í síðstu viku skipaði Tórshavnar Ungdómsráð seg, og skjøtil var settur á fyrsta tvey-ára valskeiðið hjá ráðnum. Arbeiðsætlanin varð umrødd, og tað gjørdist beinavegin øllum greitt, at møguleikarnir hjá ráðnum eru nógvir og fjølbroyttir, og at tað verður trupult at gera av, hvussu arbeiðsskráin skal setast saman, tí at so nógv er at fara í holt  við.   

Wednesday, March 26, 2014

Betri arbeiðskor til tey ungu!

Tór - Bannari 2

Ungdómsarbeiðsloysi skal burtur, krav skal setast, um at fyritøkur seta lærlingar,tá ið kommunan bjóðar størri arbeiði út og kannast skal, um yngra ættarliði fær rættvísan part av búskaparvøkstrinum. Tórshavnar kommuna skal ganga undan, tá ið tað kemur til arbeiðsviðurskiftini hjá ungum.

Friday, March 14, 2014

Tín rødd hoyrd, tíni hugskot veruleiki!

 

Eg bjóði meg fram til ungdómsráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Les um meg og mína visjón fyri kommununa her á síðuni undir síðuni “Valskrá til Tórshavnar Ungdómsráð 2014” ella á Facebook-vanganum hjá mær her: facebook.com/torweihe.

Til ber eisini at lesa valskrá mína í .pdf her: bit.ly/1nSXYN0.

Thursday, March 13, 2014

Sjálvandi samfelagsfrøði!

Tór Slips Uttanfyri 1

Skulu vit eisini í framtíðini hava eitt veruligt fólkaræði, har ið fólk taka lut og eru virkin, so mugu vit útbúgva ung fólk til at taka lut, og geva teimum veruliga ábyrgd og ávirkan, soleiðis at demokrati er eitt veruligt hugtak við innihaldi. Fyrsta stigið er samfelaglæra til ung.

Í gjár var 1. viðgerð av løgtingslógaruppskotið, ið Rigmor Dam legði fram vegna Javnaðarflokkin. Uppskotið snýr seg um at seta á stovn eina nýggja lærugrein í fólkaskúlanum – samfelagsfrøði – og í somu syftu at taka samtíð burtur úr søguundirvísingini . Endamálið er at betra um innliti hjá okkara ungu borgarum í samfelagsligar tilgongdir, um politikk, vælferð, valstríð, vinnulív og samanspælið millum hesar mongu faktorarnar í samfelagnum og samfelagsbúskapinum. Stutt sagt, eitt genialt uppskot, ið kann vera við til at blása nýtt lív í okkara fólkaræði.

Tuesday, February 11, 2014

Vit ynskja eitt Evropa fyri fólkið



Tá ið European Free Alliance Youth (EFAY) heldur árligu flokskongress sína í døgunum 13—15. februar, hesuferð í býnum Santiago de Compostela, ið liggur í landslutinum Galicia í Spaniu, so verður hetta fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag verður umboðað. EFAY verður nevnilga vitjað av Unga Tjóðveldinum, ið hevur søkt um limaskap í felagnum.

Thursday, January 30, 2014

Nú fara vit at styrkja fólkaræðið!

IMAG0355[1]
Eitt fullsett Miðlahús lurtar eftir pallborðsorðaskifti, um hvussu vit fáa fólk at taka lut.

Í gjárkvøldið var Miðlahúsið fullsett, tá ið Unga Tjóðveldið í Suðurstreymoy saman við lokalfelag Tjóðveldis í Suðurstreymi setti sjóneykuna á fólkaræði í føroyska samfelagnum. Niðurstøðan var greið. 2014 má og skal vera árið, har ið vit øll í felag gera okkara til, at fáa fólkaræðisligu skipanirnar í samfelagnum at virka.

Monday, January 6, 2014

Óheppið um anti-demokratiskar útsagnir ikki fáa avleiðingar

UNR - Tór & Jóhan Eli
Eg og Jóhan Eli sita lið um lið í finska Ríkisdegnum á UNR-stevnu í 2012.

Tað máar trúvirðið undan ungdómspolitiskum virksemi, tá ið intolerantar, hatskar og ódemokratiskar viðmerkingar ikki fáa avleiðingar. Talufrælsi tryggjar okkum rættin at siga okkara meining. Tað er tó ikki eitt fríkort at siga tað, tú hevur hug til, uttan at tað fær avleiðingar.